Sløkkiliðini kring landið eru til arbeiðis 

Sløkkiliðini kring landið eru til arbeiðis 
Bæði í Sørvági og í Havn hava sløkkilið verið úti og tryggjað takplátur, ið eru loysnaðar
Á Dalagøtu í Havn loysnaðu øll tekjan á einum húsum einari tveir metrar upp. Tórshavnar sløkkilið var skjótt á staðnum og tryggjaði takplátur og tekjuna
Mynd: Sjúrður Andreassen  
 
08.02.2023 - 00:10

Fyrr í kvøld frættist um takplátur, ið vóru loysnaðar í Sørvági og fuku í vindinum.

Í tí sambandi heitti politiið á fólk um at halda seg innandura.

Politiið boðaði seinni frá, at takpláturnar í Sørvági vóru tryggjaðar.

Eisini í Havn eru takplátur loysnaðar í nógva vindinum.

Á Dalagøtu varð Tórshavnar sløkkilið tilkallað, tí takpláturnar á einum húsum vóru loysnaðar.

Øll tekjan var loysna einar tveir metrar upp, og tað tókTórshavnar sløkkiliði ein tíma at tryggja takpláturnar, áðrenn farið var víðari til næsta skaða. 

Sjúrður Andreassen tók myndirnar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053