Kekkiskur landsliðsspælari boðar frá, at hann er samkyndur

Kekkiskur landsliðsspælari boðar frá, at hann er samkyndur
Kekkiski landsliðsspælarin í fótbólti, Jakub Jankto, sigur í videobroti á twitter, at hann er samkyndur. - Eg vil ikki krógva meg longur, sigur hann
Jakub Jankto sigur í boðum á twitter, at hann er samkyndur
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.02.2023 - 15:28

Kekkiski landsliðsspælarin í fótbólti, Jakub Jankto, sigur í videobroti á twitter, at hann er samkyndur.

Miðvallarin, sum í løtuni spælir við Sparta Prag, telist millum kendastu spælararnar, sum higartil alment hava sagt seg vera samkyndar.

27 ára gamli miðvallarin hevur spælt 47 landsdystir og hevur umboðað bæði Sampdoria og Udinese. 

 - Sum øll onnur, vil eg liva frælsur, uttan ótta, uttan fordómar, uttan harðskap, men við kærleika. Eg eri samkyndur, og eg vil ikki krógva meg longur, sigur Jakub Jankto millum annað á twitter.

 - Hetta er ikki undirhald. Endamálið við hesum brotinum er at hjálpa øðrum á leið, sigur 27 ára gamli landsliðsspælarin.

Sparta Prag skrivar á twitter, at Jakub Jankto fyri tíð síðan hevur tosað við leiðsluna, liðfelagarni og venjarar í felagnum um sína kynsligu sannføring.

Hetta handir stutt eftir at avstralski spælarin, Josh Cavallo, og enski Blackpool-spælarin, Jake Daniels, alment boðaðu frá, at teir eru samkyndir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025