Løgtingið játtar neyðhjálp til Ukraina, Turkalands og Sýria

Løgtingið játtar neyðhjálp til Ukraina, Turkalands og Sýria
Uppskotið frá landsstýrinum var einmælt samtykt
Løgtingið hevur samtykt at játta eina millión krónur í neyðhjáp til jarðskjálvtaraktu økini í Turkalandi og Sýria. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
14.02.2023 - 15:28

Løgtingið hevur einmælt samtykt at játta Ukraina sjey milliónir krónur í neyðhjálp. Peningurin verður latin gjøgnum ST-flóttafólkastovnin UNHCR.

Tingið hevur eisini einmælt samtykt at heimila landsstýrinum at lata eina millión krónur í neyðhjálp til Turkalands og Sýria í sambandi við jarðskjálvtarnar í báðum londunum.

Neyðhjálpin verður latin gjøgnum Reyða Kross Føroya.

 

Løgtingið hevur samtykt at játta sjey milliónir kr. í neyðhjálp til Ukraina. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)

 

Landsstýrið skeyt upprunaliga upp at játta hálva millión krónur til Turkalands og Sýria, men fíggjarnevndin skeyt upp at hækka upphæddina upp í eina millión kr., og tað var samtykt.

Øll 32 tingfólkini, sum vóru í tingsalinum, atkvøddu fyri uppskotinum hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.

Neyðugt var at biðja um frávik frá tíðarfreistunum, so uppskotið um neyðhjálp kundi avgreiðast í tinginum í dag.

Hoyr samrøðu, sum Kári Mikkelsen gjørdi við Ruth Vang, landsstýriskvinnu, í útvarpstíðindunum: 

 

14022023_Ruth_um_neydhjalp

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541