Dagstovnaøkið: Borgari mælir fólki frá at flyta til Havnar

Dagstovnaøkið: Borgari mælir fólki frá at flyta til Havnar
Støðan á dagstovnaøkinum í høvuðsstaðnum er so vánalig, at foreldur sleppa ikki til arbeiðis, sigur Høgni Midjord.
Høgni Midjord sigur, at borgarar í Havn ofta sleppa ikki til arbeiðis, tí so nógvir trupulleikar eru á dagstovnaøkinum.
Mynd: privat mynd  
 
16.02.2023 - 13:21

Stórir trupulleikar eru á dagstovnaøkinum í Havn. Leiðarar og starvsfólk rýma, og  ofta noyðast foreldrini at fara eftir børnunum í ótíð, tí starvsfólk mangla. 

Høgni Midjord í Hoyvík, sum er pápi at trimum børnum, ávarar fólk ímóti at flyta til Havnar, tí støðan á dagstovnaøkinum ger, at foreldur sleppa ikki til arbeiðis.

Síðstu trý árini hevur dagstovnurin í Maritugøtu havt seks ymiskar leiðarar, og núverandi leiðari hevur júst sagt seg úr starvi.

 

Jógvan Philbrow er formaður í Pedagogfelagnum.

 

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, ásannar, at trupulleikin er nógv størri í høvuðsstaðnum enn aðrastaðni í landinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

16022023_Dagstovnar_i_Havn

 

Høgni Midjord og Jógvan Philbrow vóru í Breddanum fyrrapartin. Øll sendingin kann hoyrast her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533