Jaspis sleipaður til lands

Jaspis sleipaður til lands
Partrolarin fekk stutt fyri midnátt í gjárkvøldið maskintrupulleikar og mátti sleipast til lands.
Brimil kom á Havnina við Jaspis á middegi í dag.
 
19.02.2023 - 14:35

Tað var umleið klokkan 23.45 í gjárkvøldið, at skiparin á partrolaranum, Jaspis, boðaði frá, at skipið hevði fingið maskintrupulleikar og hevði brúk fyri sleipi.

Hetta hendi, meðan Jaspis var til fiskiskap eystanfyri saman við Ametyst.

 

(Mynd: Marner Ludvig)

Teir vóru staddir góðar 45 fjórðingar úr Borðuni, tá ið boðini komu.

Brimil varð sendur avstað at sleipa Jaspis til lands, og skipini bæði komu á Havnina á middegi í dag.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025