Støða má takast til nýggjan Smyril í hesum valskeiðnum

Støða má takast til nýggjan Smyril í hesum valskeiðnum
Neyðugt verður at dagføra skipið, so Smyril kann sigla í átta til tíggju ár aftrat, sigur Niels Juel Arge, strandferðslustjóri
Nógv skal gerast við Smyril, skal hann sigla tey næstu árini, sigur strandferðslustjórin.
 
21.02.2023 - 13:07

Støða má takast til, um eitt nýtt skip skal byggjast fyri Smyril, áðrenn hetta valskeiðið er av. 

Tað segði Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, í Breddanum fyrrapartin.

 

Niels Juel Arge er stjóri á Strandferðsluni.

 

Hann sigur, at neyðugt er at dagføra Smyril, so hann kann sigla í átta til tíggju ár aftrat. Høvuðsmotorarnir skulu skiftast og hekkuskrúvur setast í skipið. Øll dagføringin kann fara at kosta millum 100 og 200 milliónir kr. 

Niels Juel Arge sigur, at longu næsta ár er ætlanin at fara undir at byggja nýggja ferju til Kalsoyarleiðina:

 

Niels_Juel_um_Smyril


Allur Breddin kann hoyrast her. 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775