Meiriluti í løgtinginum fyri at halda fram við oljuleiting

Meiriluti í løgtinginum fyri at halda fram við oljuleiting
Orðaskifti var í gjár í tinginum í sambandi við skrivligan fyrispurning, hvørjar ætlanir samgongan hevur í oljumálum
Orðaskiftið í tinginum í gjár bendi á, at meiriluti er í løgtinginum fyri at halda fram við oljuleiting undir Føroyum. (Savnsmynd)
 
23.02.2023 - 09:10

Stórur meiriluti er í løgtinginum fyri at halda fram vil oljuboringunum.

Tað gjørdist greitt undir orðaskiftinum, sum var í løgtinginum í gjár, í sambandi við at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í Fólkaflokkinum setti Høgna Hoydal, landsstýrismanni í vinnumálum, skrivligan fyrispurning um oljuleiting í føroysku undirgrundini. 

Ætlanin er ikki at hava útbjóðingarumfar, men skipanin við "Open door" heldur fram, sigur Høgni Hoydal.

Oljuleitinigin hevur týdning, vóru fleiri tingfólk samd um. 

 

Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum segði, at vit skulu framleiða olju, so vit ikki liggja undir trýsti fyri Russlandi í orkuspurninginum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

23022023_Ordaskifti_um_oljuleiting

 

Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, heldur, at oljan skal fíggja grøna orkuskiftið.

 

Erling Eidesgaard, tingmaður fyri Tjóðveldi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Liljan Weihe og Hervør Pálsdóttir, tingkvinnur fyri Tjóðveldi, er ímóti, at oljuleitingin undir Føroyum verður tikin uppaftur. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809