- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur vinnumennari í Klaksvíkar kommunu
Nýggjur vinnumennari í Klaksvíkar kommunu
Marjun Andreasardóttir skal skapa góðar karmar fyri vinnulívið og tryggja góða tænastu á vinnuøkinum
Marjun Andreasardóttir er nýggjur vinnumennari hjá Klaksvíkar kommunu
25.02.2023 - 11:52
Marjun Andreasardóttir er sett í starv sum vinnumennari hjá Klaksvíkar kommunu.
Í samstarvi við vinnu- og mentanarstjóran skal hon arbeiða við at skapa góðar karmar fyri vinnulívið og tryggja tænastur á vinnuøkinum, sum eru á høgum góðskustigi.
Eisini er uppgávan at menna hugskot, sum stuðla undir góðar karmar hjá vinnuni.
Somuleiðis skal vinnumennarin samstarva við nýggja stjóran í Visit Norðoy um at menna ein ferðavinnupolitikk fyri Norðoyggjar.
Marjun Andreasardóttir er útbúgvin “Bachelor of Leisure Management” og hevur royndir frá kommunalpolitiskum arbeiði í Eysturkommunu og hevur eisini verið ferðavinnusamskipari hjá Eysturkommunu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























