- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sinnisbati biður um dupult so stóra játtan

Sinnisbati biður um næstan dupult so nógvar pengar frá landinum í brævi til fíggjarnevndina, sum viðger uppskotið um fíggjarlóg fyri 2023.
Sinnisbati biður um 400.000 kr., so játtanin í fíggjarlógini fer upp í 850.000 kr.
Felagið sigur, at stórur samfelagsligur tørvur er á at økja virksemið hjá felagsskapinum.
Høvuðsvirksemið hjá Sinnisbata er at veita ráðgeving og kunning um sálarsjúkur, viðgerðartilboð og tænastur á psykiatriska økinum, og skipa fyri sjálvhjálparbólkum og upplýsandi tiltøkum og átøkum.
Tørvurin veksur, sigur Sinnibati, og fleiri ítøkilig tilboð og átøk eru sett í verk seinastu árini.
Í 2020 brúktu til dømis 265 fólk ráðgevingina hjá Sinnisbata, og tey vóru 304 í 2021.
Sinnisbati sigur, at skal felagsskapurin nøkta allan tørv og eftirspurning, er neyðugt at hækka játtanina fleiri milliónir krónur.



























