- Tíðindi, mentan og ítróttur
Starvsfólk í jarnbreytarvinnuni í Grikkalandi farin í verkfall
Fólk, ið starvast í tok- og jarnbreytavinnuni í Grikkalandi, eru farin í verkfall í eitt samdøgur
Tað skrivar grikski miðilin, Kathimerini.
Tað hendir eftir tokvanlukkuna týskvøldið nærindis Tempi miðskeiðis í Grikkalandi. AP-tíðindastovan skrivar, at 43 fólk lótu lív, og uppaftur fleiri fingu skaða.
352 fólk vóru í ferðafólkatokinum, tá ið tað við nógvari ferð rendi á eitt farmatok.
Tokvanlukkan í Grikkalandi í gjár kravdi 46 mannalív. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Fakfelagið hjá teimum, sum starvast í tok- og jarnbreytarvinnuna, skrivar í eini fráboðan, at tann vanvirðing, sum allar stjórnir í landinum hava fyri griksku jarnbreytunum, var orsøkin til vanlukkuna.
- Tíverri eru okkara krøv um at hava fólk í føstum starvi, betri útbúgvingar og fram um alt meira nýmótans trygdartøkni øll endað í ruskspannini, skrivar felagið.
Síðani vanlukkuna hevur samferðsluráðharrin í griksku stjórnini lagt frá sær, og ein støðstjóri á eini jarnbreytarstøð er handtikin.
Forsætisráðharrin í Grikkalandi hevur sagt, at orsøkin til vanlukkuna var "eitt syrgiligt menniskjaligt mistak"