Ferðavinnuátak í Oyndarfirði

Ferðavinnuátak í Oyndarfirði
Visit Runavík fer í næstum at skipa ymisk átøk innan ferðavinnu aðrastaðni í kommununi, og lagt verður fyri í Oyndarfirði.
 
04.03.2023 - 13:14

Hósdagin 16. og leygardagin 18. mars skipar Visit Runavík fyri einum ferðavinnuátaki í Oyndarfirði.

Tiltakið er ætlað bæði yngri og eldri, sum búgva í ella hava tilknýti til Oyndafjørð.

Sjóneykan verður hesar dagar sett á nýhugsan, íverksetan, og møguleikar innan ferðavinnuni sum heild í Oyndarfirði og har um leiðir.

Tiltakið, sum er ókeypis, verður báðar dagarnar í skúlanum í Oyndarfirði, men neyðugt er at tekna seg.

Visit Runavík ætlar eisini í næstum at skipa ymisk átøk innan ferðavinnu aðrastaðni í kommununi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053