Jarðskjálvtin í Turkalandi og Sýria kravt 50.000 mannalív

Jarðskjálvtin í Turkalandi og Sýria kravt 50.000 mannalív
Heimsbankin metir, at jarðskjálvtarnir hava elvt til materiellar skaðar fyri 235 milliardir krónur í Turkalandi og 35 milliardir krónur í Sýria
Tað verður framvegis arbeitt við at sameina familjur, sum syndraðust eftir jarðskjálvtan.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.03.2023 - 13:25

Í dag er ein mánaður síðani stóra jarðskjálvtan í Turkalandi.

Jarðskjálvtin, sum máldi 7,8 á Richter-talvuni, og fleiri enn 10.000 skrásettir eftirskjálvtar, hava kravt meir enn 50.000 mannalív í Turkalandi og Sýria.

Nú ein mánað seinni er støðan í raktu økjunum framvegis ring. Fleiri túsund fólk liggja deyð undir húsatoftunum, og nógv av teimum, sum sluppu við lívinum, búgva í tjøldum og øðrum fyribils bústøðum.

 

Fólk, sum komu við lívinum í jarðskjálvtanum í Turkalandi, verða hýst í bingjum fyribils. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Sameina familjur

Tað verður framvegis arbeitt við at sameina familjur, sum syndraðust eftir jarðskjálvtan. Turkiski ráðharrin fyri familjumál segði mikudagin, at tað hevur eydnast at sameina 1.800 børn við sínar familjur aftur eftir skjálvtarnar.

Heimsbankin metir, at jarðskjálvtarnir hava elvt til materiellar skaðar fyri 235 milliardir krónur í Turkalandi og 35 milliardir krónur í Sýria.

Og framvegis stúra fólk fyri, at tað koma fleiri skjálvtar. Tey kunnu ella tora ikki at flyta inn aftur í bygningar, sum hava fingið skaða av skjálvtunum.

 

Hava mist alt

Jørgen Haldorsen frá Reyða Krossi í Noregi sigur við NRK, at hendan vanlukkan fer at merkja bæði Turkaland og Sýria nógv ár fram í tíðina.

Hann sigur, at fyrstu dagarnar ráddi um at leita teimum, sum vóru á lívi, og bjarga teimum. Nú snýr tað seg um at hjálpa teimum, sum sluppu við lívinum, tí nógv hava mist alt, sigur hann við NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804