Veðrið: Kavaælini og veturin halda á eitt sindur afturat

Veðrið: Kavaælini og veturin halda á eitt sindur afturat
- í øllum føri til fríggjadagin og helst eisini um vikuskiftið, hóast broytingarnar í veðrinum eru eitt sindur óvissar, skrivar Veðurstova Føroya.
 
08.03.2023 - 11:00

Veðrið hjá okkum er í hesum døgum stýrt av einum máttmiklum hátrýsti, meiri enn 1040 hPa yvir Grønlandi. Vit liggja eystan fyri miðjuna á hátrýstinum, tað er í teirri køldu síðuni við einum luftráki norðaneftir við kavaælingum. Tó fer kavi at detta niður yvir Føroyar í ælingum. 

 

Føroyar í kalda luftrákinum av landnyrðingi norði. Tey sprøklutu skýggini eru vanlig skýggj við ælingum í óstøðugari luft við kava, men lova eisini sólini niðurímillum. Mynd: Veðurstova Føroya


Hóast tað viðhvørt er eitt sindur longri millum ælini, og sólin sleppur framat, fer hitalagið framvegis at liggja lágt – eisini undir frostmarkinum í fleiri støðum um dagin.

 

Grafur: Hægsti og lægsti miðalhiti hvønn mánað(Celsius). Mynd: Veðurstova Føroya

 

Vit kunnu fegnast um, at hitin í havinum er so mikið høgur, at hitalagið á landi í Føroyum ógvuliga sjáldan fer niður um 5 stig. Februar og mars mánaðir eru teir kaldastu. Tann kaldasti, sum er máldur her í Føroyum, var í 1979, tá ið hitin fyri samdøgrið miðal var -0,3 stig.

Tað kaldasta sum er mált í Føroyum síðan 1953 er -12,3 stig. Tað var 4. mars 2001 á flogvøllinum í Vágum. Tá lógu Føroyar í einum óvanliga køldum luftráki av Norðpólinum. 

Kelda: Veðurstova Føroya

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028