Konservativi flokkurin stóra afturgongd í veljarakanning

Konservativi flokkurin stóra afturgongd í veljarakanning
Stjórnarflokkurin í Bretlandi hevði havt størri afturgongd enn í 1997, tá Tony Blair tryggjaði Labour sigurin
Rishi Sunak, forsætisráðharri, hevur sagt, at parlamentsval verður í Bretlandi seinni í ár. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
16.01.2024 - 08:35

Nýggj meiningakanning í Bretlandi gevur ábending um, at Konservativi flokkurin fer at hava stóra afturgongd á valinum seinni í ár.

Var meiningakanningin valúrslitið, hevði andstøðuflokkurin Labour tryggjað sær 385 sessir í parlamentinum. 

Konservativi flokkurin hevði bara fingið 169 sessir, og tað hevði verið størri afturgongd, enn flokkurin fekk í 1997, tá ið Tony Blair tryggjaði Labour sigurin.

YouGov hevur gjørt meiningakanningina fyri blaðið Telegraph,14.000 fólk eru spurd, og tað er nógv meira enn vanligt. Konservativi flokkurin hevur bílagt kanningina, sigur blaðið.

 

Keir Starmer er formaður í Labour, sum stendur seg væl í veljarakanningini. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)

 

Størsta afturgongd síðani 1906

Hevði kanningin verið valúrslitið, hevði hetta verið størsta afturgongd í undirtøku hjá einum stjórnarflokki síðani 1906, skrivar Telegraph.

Aðrar kanningar hava leingi víst minkandi undirtøku fyri Rishi Sunak, forsætisráðharra, og flokki hansara. 

Í november vísti ein kanning, at Konservativi flokkurin lá 19 prosentstig aftan fyri flokkin hjá Keir Starmer, Labour.

Sunak hevur sagt, at hann væntar, at val verður í Bretlandi í seinnu helvt av 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025