Landslæknin: Heilsutrygdin á Suðuroyar ellis- og røktarheimi er ikki í lagi

Landslæknin: Heilsutrygdin á Suðuroyar ellis- og røktarheimi er ikki í lagi
Suðuroyar ellis- og røktarheim hevur fingið boð frá landslæknanum um at tryggja fullgóða heilivágshandfaring og leiðbeining um at velja frá lívsleingjandi viðgerð
Landslæknin hevur givið Suðuroyar ellis- og røktarheimi boð.
 
22.01.2024 - 07:11

8. november í fjør var landslæknin og gjørdi fráboðað eftirlit í Suðuroyar ellis- og røktarheimi.

Metingin hjá landslæknanum er, at stórir trupulleikar viðvíkjandi heilsutrygdini hjá teimum, sum búgva í heiminum, standast av, at heilivágshandfaringin er ikki í lagi og heldur ikki leiðbeining um lívsleingjandi viðgerð.

Eftirlitið var fyri at kanna, um boðini, sum heimið fekk frá landslæknanum 24.apríl í fjør, kundu strikast.

Niðurstøðan var, at tað kundu tey ikki, og í síðstu viku komu so nøkur boð aftrat.

Boðini 24.apríl vóru at tryggja reglubundnar, systematiskar, sjúkrarøktarfakligar metingar, at sjúkrabøkur verða skrivaðar nóg væl, og at kunnað verður um samtykki, áðrenn tey verða fingin. 

Les alla frágreiðingina frá landslæknanum her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129