Annar vil hava fleiri valdømi - hin vil varðveita galdandi skipan

Annar vil hava fleiri valdømi - hin vil varðveita galdandi skipan
Løgtingið samtykti í 2007 við 19 atkvøðum fyri og 13 ímóti, at Føroyar skuldu verða eitt valdømi
Edmund Joensen og Bjarni Djurholm, fyrrverandi løgtingsmenn.
 
23.01.2024 - 14:40

Einaferð vóru Edmund Joensen og Bjarni Djurholm á einum máli um, hvussu nógv valdømi skuldu vera í landinum. 

Í dag vil annar teirra fara aftur til skipanina við fleiri valdømum, meðan hin fegnast um skipanina við einum valdømi fyri alt landið. 

Bjarni Djurholm heldur, at skipanin hevur ikki bara verið ein vansi fyri eini betri umboðan fyri alt landið, men at hon eisini hevur skapt veikari flokkar. 

Edmund Joensen, sum tá var løgtingsformaður, legði vegna formansskapin uppskotið um eitt valdømi fyri tingið í 2007.

Tað var samtykt við 19 atkvøðum fyri og 13 ímóti.

16 ár seinni er Edmund Joensen framvegis sannførdur um, at eitt valdømi eigur sín lut av góðu gongdini í samfelagnum.

Sí innslag í Degi og viku: 

 

20240122_OSAMDIR_UM_EINA_VALDOMI

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558