Russland vísir vesturlendskum friðarætlanum aftur

Russland vísir vesturlendskum friðarætlanum aftur
Russiski uttanríkisráðharrin sigur, at Ukraina er ikki ført fyri at vinna á Russlandi
Sergej Lavrov er russiskur uttanríkisráðharri. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
23.01.2024 - 18:00

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, vísir aftur øllum ætlanum hjá Vesturheiminum um frið í Ukraina.

Tað boðaði hann frá á fundi í ST-trygdarráðnum í New York í gjár.

Lavrov segði, at ukrainsku deildirnar eru fullkomiliga miseydnaðar á hermótinum, og ukrainska verjan er ikki før fyri at vinna á Russlandi.

Hann segði eisini, at Russland altíð er til reiðar at samráðast um frið, men ein og hvør friðarætlan frá Ukraina og Vesturheiminum ger, at kríggið fer at vara longur. 

Hetta kallar amerikanska umboðið í ST-trygdarráðnum, Robert Wood, fyri rangar upplýsingar.

- Imperialistisku málini hjá Russlandi er opinberlig. Fyri Russland er einasta loysn, at Ukraina fullkomiliga gevur seg upp í hendurnar á Russlandi, segði Robert Wood, sum tvíheldur um, at kríggið hevði endað í morgin, um Russland tók sínar heldur aftur úr Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655