Føroyar skulu halda altjóða skyldur um skatt

Føroyar skulu halda altjóða skyldur um skatt
Tí skal skattalógin broytast
Skattalógin skal broytast, so Taks fær fleiri heimildir at røkja altjóða skyldur Føroya.
 
24.01.2024 - 07:20

Føroyar hava við sínum limaskapi í Global Forum og IF BEPS, sum eru tveir altjóða skattapallar, bundið seg til at tryggja gjøgnumskygni og trygt umbýti av skattaupplýsingum.

Talan er um ávikavist at uppstiga tvískattasáttmálar og skattalóggávu, so tey eru í samsvari við avtalurnar við Global Forum og IF BEPS. 

Føroyar hava eisini lovað ES at tryggja, at Føroyar halda sínar altjóða skyldur á skattaøkinum.

Fíggjarmálaráðið hevur tí gjørt uppskot um broytingar í skattalógini, so hon svarar til altjóða skyldurnar hjá Føroyum.

Lógarbroytingar gera, at TAKS fær fleiri heimildir. 

Føroyar blivu limur í Global Forum í 2017 og í IF BEPS í 2019.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923