Brúka umstríddan avrættingarhátt fyrstu ferð í dag

Brúka umstríddan avrættingarhátt fyrstu ferð í dag
Kenneth Smith, sum er dømdur fyri dráp, skal avrættast við nitrogengassi í amerikanska statinum Alabama
Kenneth Smith, sum er dømdur fyri dráp, skal í dag avrættast við nitrogengassi.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
25.01.2024 - 08:57

Amerikanski hægstirættur vil ikki steðga tí, sum eftir ætlan verður fyrsta avrætting í USA við nitrogengassi, í statinum Alabama. 

Kenneth Smith, sum er dømdur fyri dráp, skal í dag avrættast eftir nýggja umstrídda framferðarháttinum, fyri fyrstu ferð í amerikanskari søgu.

Í 2022 var roynt at avrætta hann við eiturinnspræning. Men royndin miseydnaðist, og avrætting var steðgað. 

Tað fekk statin til at endurskoða framferðarháttin fyri deyðarevsing.

 

Anda reint nitrogen í seg

Smith hevur kært avgerðina um, at hann skal avrættast við nitrogengassi, sum er, at hann verður kvaldur. 

Tann deyðadømdi verður tvingaður at anda reint nitrogen í seg. Uttan súrevni missir fangin vitið og doyr.

Smith hevur grundgivið við, at hann fekk álvarsligar sálarløstir, tá ið hann slapp undan við lívinum í fyrstu avrættingini, og at nýggj avrætting er í stríð við ásetingina í grundlógini um verju fyri ræðuligum og óvanligum revsingum.

 

Góðkent i 2018

Alabama hevur í fleiri ár arbeitt fyri heimild at kunna brúka nitrogengass til at avrætta fólk við.

Í 2018 góðkendi staturin tað.

Eisini Oklahoma og Mississippi hava góðkent framferðarháttin, men hava ikki brúkt hann enn.

Tey, sum finnast at nýggja framferðarháttinum, siga, at hetta er at brúka eina óroynda framferð til at gera royndir við menniskjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715