Stoltenberg: Hjálp til Ukraina er íløga í okkara egnu trygd

Stoltenberg: Hjálp til Ukraina er íløga í okkara egnu trygd
Nato-aðalskrivarin er á vitjan í USA í eini roynd at sannføra republikanararnar um at stuðla hjálparpakkanum til Ukraina
Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, og Antony Blinken, uttanríkisráðharri, á tíðindafundi í Washington.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
30.01.2024 - 09:22

- Fíggjarligi stuðulin til Ukraina er ikki vælgerandi, men ein íløga í okkara egnu trygd. 

Tað segði Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato, sum hevur verið á vitjan í Pentagon í USA. 

Stoltenberg vitjar í USA í eini roynd at sannføra amerikanarar um at stuðla risastóra hjálparpakkanum til Ukraina, sum republikanarar síðani í heyst hava forðað fyri.

 

Nato-aðalskrivarin og amerikanski uttanríkisráðharrin. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Trygd ikki staðbundin

- Eg skilji væl, at nógv av okkara sameindu stúra fyri Kina, men tað er eingin grundgeving fyri at vera minni stúrin um Ukraina. Trygd er ikki staðbundin, men heimsfevnandi. Tað, sum hendir í Evropa, ávirkar Asia, og tað, sum hendir í Asia, ávirkar Evropa, segði Stoltenberg

- Í dag er tað Ukraina, í morgin kann tað vera Taivan. Tí hevur tað týdning fyri okkum, at vit veita vápn og stuðul, sum tey hava brúk fyri. Eg eri sannførdur um, at okkara sameindu fara at gera tað. Stuðulin frá okkum er ikki vælgerandi, hann er ein íløga í okkara egnu trygd, tí vit vita, at Beijing eygleiðir okkum neyvt, segði Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043