Biit: Súrligar nætur eru vaknaðar úr dvala

Biit: Súrligar nætur eru vaknaðar úr dvala
Monarki, ótrúskapur og einsemi eru evnini, sum teir tríggir útisetar umrøða í útvarpssendingini, Súrligar nætur, sum er byrjað aftur eftir ein langan jólasteðg.
 
31.01.2024 - 12:17

Eiga vit at siga Fríðrikur ella Frederik, tá ið vit tosa um okkara nýggja kong? Tað er eitt av evnunum í nýggjasta partinum av Súrligum nætrum, sum er aftur á skrá eftir ein langan jólasteðg.

Súrligar nætur er ein útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark.

Tey viðgera evni, sum ung tosa sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur. 

Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir leggja til rættis.

Parturin hesaferð  snýr seg um monarki, ótrúskap og einsemi.

Tú kanst hoyra triðja partin her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672