Málið Um Estoniu verður ikki tikið uppaftur

Málið Um Estoniu verður ikki tikið uppaftur
Einki nýtt er komið fram í málinum, sigur svenski ríkisadvokaturin
852 fólk druknaðu, tá ið Estonia sakk í Eystrasalti um náttina 28. september 1994. (Savnsmynd)
 
15.02.2024 - 15:08

Ákæruvaldið í Svøríki boðar frá, at kanningararbeiðið í sambandi við, at ferjan Estonia í 1994 sakk, verður ikki tikið uppaftur.

- Grundað á tað, sum er komið fram í arbeiðnum hjá ákæruvaldinum, er einki, sum bendir á, at samanstoytur hevur verið við eitt annað skip ella flótandi lut, og heldur eingin spreinging frammi í gron. Heldur ongar aðrar ábendingar eru komnar frá nøkrum, sum geva okkum orsøk til at halda, at her er talan um brotsverk, sigur svenski ríkisadvokaturin, Karolina Wieslander, í tíðindaskrivi.

852 fólk druknaðu, tá ið Estonia sakk í Eystrasalti um náttina 28. september 1994.

Ferjan var á veg úr Tallin til Stokkholm. 

137 fólk vóru bjargað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655