Sleppa ikki í Hægstarætt við kravi um heilsutrygdargjald

Sleppa ikki í Hægstarætt við kravi um heilsutrygdargjald
Landsrætturin staðfesti, at Heilustrygd stevndi skeivum persónum í málinum, og Heilsutrygd átti at stevnt Kærunevndini
Heilsutrygd sleppur ikki í hægstarætt, sigur Procesbevillingsnævnet sambært avgerð frá 7. februar. (Savnsmynd)
 
21.02.2024 - 14:31

Processbevillingsnævnet hevur á fundi 7. februar gjørt av, at Heilsutrygd sleppur ikki í Hægstarætt við málinum um heilsutrygdargjald, sum Heilsutrygd hevur biðið um.

Málið hevur skjótt 12 ár á baki, og orsøkin er, at Løgtingið hevur samtykt, at Føroyar gjøgnum Danmark skulu vera partur av norðurlendska samstarvinum á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er gjørt við bæði tvískattavataluni og norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd. 

Hesin sáttmálin ásetur, at ein persónur er sosialt tryggjaður í tí landi, hann arbeiðir.

At vera sosialt tryggjaður er at hava rætt til barsil, sjúkrapengar, sosialar veitingar o.s.fr. í arbeiðslandinum. Afturfyri hevur persónurin ikki rætt til gjøld í bústaðarlandinum. Tí ber ikki til at fáa dupult útgjald, og tí er heldur ikki heimild at krevja inngjald í báðum londum.  

 

Heilsutrygd vil ikki viðurkenna

Heilsutrygd hevur frá byrjan noktað at viðurkent, at onki heilsutrygdargjald skal vera goldið, tá persónur arbeiðir í øðrum norðurlandi, skrivar Antares, sum er felagið hjá føroyskum útisiglarum.

Gongdin í málinum hevur verið, at Føroya Rættur fyrst staðfesti avgerðina hjá Kærunevndini, um at Heilsutrygd ikki kann krevja heilsutrygdargjald.  

Síðani fór málið í landsrættin, har Eystari Landsrættur staðfesti, at Heilsutrygd hevur stevnt skeivum persónum. Niðurstøðan í landsrættinum var, at Heilsutrygd átti at stevnt Kærunevndini.

Fyribils sær sostatt út til, at málið er endað, tí Heilsutrygd sleppur ikki í Hægstarætt við kravinum um heilsutrygdargjald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Mánadag 16. mars
Andgletturin
205678
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709
Mánadag 16. mars
Framsókn í heita stólinum (1:7)
205698
Mánadag 16. mars
Andgletturin - Javnaðarflokkurin
205676