Tikin fyri at bróta rút í løgtinginum

Tikin fyri at bróta rút í løgtinginum
Politiið fór á staðið og tók mannin har
Rúturin er á vestursíðuni á løgtinginum, og hann var brotin við einum steini. (Savnsmynd)
 
21.02.2024 - 08:48

Politiið hevur í morgun tikið ein mann fyri at bróta ein rút í løgtinginum.

Klokkan tjúgu minuttir yvir sjey í morgun fekk politiið fráboðan um, at onkur hevði brotið ein rút í løgtinginum.

Politiið fór á staðið og tók mannin har.

Talan er um ein rút, sum er 20 x 30 sentimetrar til støddar.

Rúturin er á vestursíðuni á løgtinginum.

Hann var brotin við einum steini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717