Biden væntar vápnahvíld í Gasa í næstu viku

Biden væntar vápnahvíld í Gasa í næstu viku
Amerikanski forsetin nevnir 4. mars sum dagin, tá Ísrael og Hamas leggja vápnini
Joe Biden, forseti. (Savnsmynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
 
27.02.2024 - 08:44

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur vónir um vápnahvíld í Gasa í næstu viku.

- Mínir trygdarráðgevar siga mær, at vit nærkast einari vápnahvíld, sigur Biden, sum sambært tíðindastovuni Reuters nevnir mánadagin 4. mars sum dagin, tá Ísrael og Hamas leggja vápnini, í øllum førum fyribils.

Leygardagin samtykti ísraelska stjórnin at loyva samráðingarfólki at fara til Katar at samráðast um vápnahvíld.

Partur av hesum samráðingum er at fáa latið leys tey, sum Hamas hevur hildið sum gíslar, siðani álopið á Ísrael 7. oktober í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595