Teldusníkar hava aftur lopið á floghavnina í Kastrup

Teldusníkar hava aftur lopið á floghavnina í Kastrup
Bólkurin "NoName057" hevur eisini hótt við fleiri álopum á danskar kommunum
Teldusníkar, sum stuðla Russlandi, hava aftur lopið á kervið hjá floghavnini í Keypmannahavn. (Savnsmynd)
 
27.02.2024 - 15:44

Aftur í gjár var altjóða floghavnin í Keypmannahavn álopin av teldusníkum, ið stuðla Russlandi.

Harumframt vóru álop framd á fleiri danskar kommunur. 

Ein bólkur við teldusníkum, ið nevnir seg "NoName057," hevur á sosiala miðlinum Telegram tikið ábyrgdina av álopunum.

"NoName057" er ein av nógvum russiskt-vinarligum bólkum við teldusníkum, sum fremja álop á heimasíður, og síðani almannakunngera úrslitið á sínum Telegram-miðli.

 

Álop á kommunur

Sambært danska kringvarpinum hevur bólkurin boðað frá nýggjum álopum móti fleiri donskum kommunum, teirra millum Aarhus kommunu, Vejle kommunu, Odense kommunu og Horsens kommunu.

Eisini heimasíðan hjá danska flutningsmálaráðnum er á listanum hjá bólkinum.

Jan Kaastrup, sum er KT-trygdarserfrøðingur, sigur við DR, at orsøk er stúra fyri, at hesi álop við tíðini gerast alsamt meira álvarsom.

Teldusníkarnir í bólkinum "NoName057" siga, at teir halda fram við álopunum á Danmark, so leingi landið stuðlar stýrinum hjá Volodymyr Zelenskyj í Ukraina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025