Andstøðulimir: Búskaparfrágreiðingin ikki hugaligur lesnaður

Andstøðulimir: Búskaparfrágreiðingin ikki hugaligur lesnaður
Tillagingar mugu gerast, tí góðu tíðirnar fara ikki halda fram í allar ævir, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
01.03.2024 - 09:32

Várfrágreiðingin er ikki hugaligur lesnaður, halda andstøðulimir. Tó er jaligt, at búskapurin enn er stinnur. 

Nú mugu tillagingar gerast, meðan tíð enn er til tess, tí góðu tíðirnar fara ikki halda fram í allar ævir, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

 

Beinir Johannesen er formaður í Fólkaflokkinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, heldur, at nýskipanir mugu til, um hallið á fíggjarlógini skal vendast til avlop.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

01032024_Andstodan_og_buskaparfragreiding

  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775