Orban hittir Trump fríggjadagin

Orban hittir Trump fríggjadagin
Ungarski forsætisráðharrin hevur lovað Donald Trump stuðul at gerast forseti aftur í USA
Viktor Orban er forsætisráðharri í Ungarn. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
04.03.2024 - 09:40

Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban, fer at hitta fyrrverandi amerikanska forsetan, Donald Trump, í Florida fríggjadagin.

Tað sigur talsfólkið hjá Orban við almennu ungarsku tíðindastovuna MTI.

Trump roynir aftur at gerast forseti í USA, og ungarski forsætisráðharrin hevur lovað honum stuðul.

- Vit vóna, at sitandi forsetin fer frá, og at Trump tekur við aftur, og fær fríar hendur at skapa frið í Ukraina, segði Viktor Orban.

 

 

Samráðingar kunnu enda kríggið

Forsætisráðharrin er ofta skuldsettur fyri at bróta niður demokratiið í Ungarn. Orban heldur, at samráðingar kunnu enda kríggið í Ukraina, og hann hevur sýtt fyri at senda Ukraina hernaðarligan stuðul.

Eisini Trump og sameindu hansara í kongressini eru ímóti at lata ukrainum meira hernaðarligan stuðul. 

Trump hevur áður sagt, at sær nýtist bara 24 tímar at steðga krígnum, um hann verður forseti aftur í USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595