Nú vilja vestmenningar hava tunnilin

Nú vilja vestmenningar hava tunnilin
Vit vænta, at nógv fólk kemur á tunnilsfund á Miðnámi í kvøld, sigur Marner Joensen
 
11.03.2024 - 11:13

Tosað hevur verið um tunnilin til Vestmanna í áratíggju. Nú er stundin komin, at farið verður í gongd, sigur eina av stigtakarunum, Marner Joensen. Bygdin er stór og farleiðin mangan hættislig. Tí skipar bólkurin Ja til Vestmannatunnil fyri stórfundi.

Tað hevur onkuntíð verið ført fram, at ein tunnil til Vestmanna er ein luksustunnil, men hetta er ikki ein grundgeving, sum Marner Joensen tekur undir við.

Tað eru nógv, sum hava havt ringar upplivingar um Høgareyn. Tað er eitt Guds undur, at ikki fleiri vanlukkur eru hendar á Vestmannavegnum, sigur hann.

Landsverk hevur gjørt kanningar av lendinum millum Vestmanna og Kvívík, við einum tunnilsmunna omanfyri Kvívík.

Vestmenningar taka ikki undir við hesi linjuføring. Okkara ynski er, at tunnilsmunnin skal vera við Leynar, ger stigtakarin greitt.

1660056

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115