- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrismaðurin í integratiónsmálum vil ikki gera ov stór inntriv

Landsstýrið hevur ikki tikið støðu til, um fleiri krøv skulu setast til útlendska arbeiðsmegi, sum kemur til landið.
Men landsstýrismaðurin í lógar- og integratiónsmálum er varin við at gera ov stór inntriv
Barnaverdnarmálini hjá útlendingum í Føroyum eru í vøkstri, men tað er ongin greið mynd av hví so er, sigur, Bjarni Kárason Petersen.
Hoyr innslag í tíðindunum á nátturða
Landsstýrismaðurin í barnamálum reist spurningin
Í tíðindunum á døgurða segði landsstýrismaðurin í barna og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, at tað sæst aftur í tølunum hjá barnaverndartænastunum at útlendingar koma hendanvegin at arbeiða uttan at krøv vera sett til, hvussu tey búgva ella hvussu børnini hava tað.




























