Útflutningsvinnan vil hava betri handilsviðurskifti við Asia

Útflutningsvinnan vil hava betri handilsviðurskifti við Asia
Í fleiri asiatiskum londum er stórur marknaður fyri laks, makrel, sild og svartkjaft
Tað eru fyrst og fremst fyritøkurnar, sum flyta alifisk og uppsjóvarfisk út, sum halda, at bøtt eigur at verða um marknaðaratgongdina til asiatisku londini. (Savnsmynd)
 
12.03.2024 - 08:15

Politiska skipanin eigur at leggja nógv størri dent á at vinna Føroyum betri handilsviðurskifti við lond í Asia.

Hetta er svarið hjá føroyskum útflutningsfyritøkum, sum hava svarað spurnakanning hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag um marknaðaratgongd.

Tað eru fyrst og fremst fyritøkurnar, sum flyta alifisk og uppsjóvarfisk út, sum halda, at bøtt eigur at verða um marknaðaratgongdina til asiatisku londini. Har er stórur marknaður fyri laks, makrel, sild og svartkjafti.

Útflutningsfyritøkurnar nevna ítøkiliga Japan, Suðurkorea, India og Kina sum týðandi marknaðir.

Føroysku fyritøkurnar hava yvirskipað verri - í ávísum førum nógv verri -  treytir, enn okkara kappingarneytar at útflyta alilaks og uppsjóvarfisk. 

Kappingarneytar hjá Føroyum eru milllum annað Noreg og Ísland. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860