Smyril Line hevði 267 milliónir í avlopi í fjør

Smyril Line hevði 267 milliónir í avlopi í fjør
2023 var metár, stendur í roknskapinum, sum var lagdur fram á aðalfundi í dag
2023 var eitt gott ár hjá Smyril Line.
Mynd: Smyril Line  
 
21.03.2024 - 15:55

Smyril Line hevði 267 milliónir kr. í avlopi í fjør, 66 milliónir kr. meira enn árið fyri, og hetta er met, sigur felagið í roknskapinum, sum var lagdur fram á aðalfundi í dag.

Avlopið eftir skatt var 122 milliónir kr. samanborið við 77 milliónir í 2022.

 

Glyvursnes størsta íløgan

Størsta íløgan hjá Smyril Line í 2023 var farmaskipið Glyvursnes, ið kom í felagið í desember.

Glyvursnes siglir rutuna millum Tórshavn, Þórlakshöfn og Hirtshals. Við Glyvursnesi kann Smyril Line røkja alt rutunetið við egnum flota. 

595 fólk starvast í Smyril Line-samtakinum.

 Felagið letur væl at farmavirkseminum, og á ferðafólkasíðuni var vøkstur í eftirspurninginum eftir Íslandi. Eftirspurningurin eftir Føroyum minkaði eitt vet samanborið við 2023.

 

Góð útlit

Útlitini fyri 2024 eru rímiliga góð, menhækkandi prísir á brennievni, avgjøld, rentuhækking, inflatión og politiska støðan, kunnu broyta fortreytirnar, sigur felagið.

Í januar gjørdi Smyril Line sáttmála um tvey nýggj farmaskip, sum koma í flotan í 2026.

Í nevndini í Smyril Line eruTummas Justinussen, Arne Joensen, Helga á Borg og Jens Meinhard Rasmussen, sum eisini er stjóri í felagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852