Álit skrivað um kringvarpsgjald

Álit skrivað um kringvarpsgjald
Mentanarnevndin hjá løgtinginum hevur nú skrivað álit í sambandi við uppskotið um at broyta kringvarpsgjaldið.
Mentamálanevndin hjá løgtinginum hevur nú skrivað álit um kringvarpsgjaldið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.03.2024 - 18:23

Um hálvan februar legði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fram uppskot um at broyta lógina fyri kringvarp. Høvuðsbroytingarnar eru, at mánaðarliga kringvarpsgjaldið hjá fólki í aldrinum millum 24 og 67 ár hækkar úr 150 upp í 163 krónur, og hjá pensjónistum úr 50 krónum upp í 63 krónur um mánaðin.

Harumframt er ein prísjavning í kringvarpsgjaldinum upp á 2% við í uppskotinum, og eisini verður skotið upp at lækka kringvarpsgjaldið fyri smærri fyritøkur og stovnar við 500 krónum um árið.

Eftir 1. viðgerð í tinginum tann 22. februar varð uppskotið beint í Mentanarnevndina, og í gjár, ein mánað seinni, kom Mentanarnevndin so við sínum áliti.

Undirtøka fyri javning
Ein meiriluti í nevndini skjýtur upp at hækka kringvarpsgjaldið upp aftur meir: Úr 150 krónum upp í 170 krónur fyri tey millum 24 og 67 ár, og úr 50 krónum upp í 70 krónur fyri pensjónistar. Meirilutin tekur annars undir við uppskotinum.

Ein minniluti í nevndini - Magnus Rasmussen - tekur undir við uppskotinum, sum tað er, og ein annar minniluti - Bárður á Lakjuni - heldur, at kringvarpsgjaldið skal vera verandi á ávikavist 150 og 50 krónum um mánaðin.

Allir limirnir í Mentanarnevndini taka undir við, at kringvarpsgjaldið verður javnað við 2% um árið frá 2025 at rokna.

Tóku ikki av møguleika
Tá tað ikki var politisk undirtøka fyri at lækka aldursmarkið fyri, hvør skal rinda kringvarpsgjald, bleiv í staðin neyðugt at leggja meira á sjálvt kringvarpsgjaldið.

- Hetta var ein góður møguleiki at liva upp til orðingina í samgonguskjalinum um at styrkja miðlalandslagið, men tíverri bleiv ikki tikið av møguleikanum.

Tað sigur Sólvit Nolsøe, formaður í mentanarnevndini hjá løgtinginum og partur av meirilutanum, sum mælir til at hækka kringvarpsgjaldið úr 150 upp í 170 krónur um mánaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Hósdag 9. juli
Morgunlestur hósdagur
210654
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523