U17-fótbóltur: Vunnu bólkin eftir laka byrjan

U17-fótbóltur: Vunnu bólkin eftir laka byrjan
Við flottum 3-1 sigri á Rumenia í síðsta dystinum eydnaðist føroyska U17-fótbóltslandsliðnum við gentum at vinna B-undankappingina, sum hevur verið í Føroyar síðstu vikuna
Eydna Dalheim (her ímóti Georgia) legði upp til tvey av føroysku málunum ímóti Rumenia
Mynd: Bjarni Enghamar / FSF  
 
23.03.2024 - 20:11

Føroyska U17-landsliðið við gentum vann leygardagin flottan 3-1 sigur á Rumenia í síðsta dystinum í B-undankappingini, sum hevur verið í Føroyum seinastu vikuna.

Føroyar fingu eina laka byrjan við tapið fyri Lettlandi, men eftir tveir sigrar á rað á Georgia og Rumenia, eydnaðist at vinnna B-undankappingina, og tryggja sær pláss í A-undankapping næsta ár, tá pláss í EM-endaspælinum stendur upp á spæl.

 

Gjørdu bart

Rumenia varð mett at vera sterkasta liðið undan kappingini, men tað nervaði ikki føroyska liðið, sum legði seg framum við máli frá Brá Zakariasardóttir, tá eitt gott korter var spælt.

Beint fyri steðgin øktu Føroyar. Leona Djurhus skoraði til 2-0, áðrenn Silja Trier skoraði triðja føroyska málið í 58. minutti. Giulia Sipos minkaði um munin í yvirtíðini, men tá var sigurin longu tryggjaður.

Føroyar vunnu bólkin við seks stigum frammanfyri Lettland og Rumenia, sum eisini fingu seks stig. Niðast var Georgia við ongum stigi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391