Herjólfur III ein dýr loysn

Herjólfur III ein dýr loysn
Íslendska fergan kostaði Strandferðsluni 35 milliónir krónur um árið og var ein dýr loysn, ið bara varð brúkt til farmaflutning.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
24.03.2024 - 16:39

- Tað var ikki eitt mistak at senda Herjólf III av landinum, men tað er samstundis greitt, at tað er neyðugt við tveimum skipum á Suðuroyarleiðini.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, við tíðindaportalin in.fo.

Hann vísir á, at Herjólfur kostaði 35 milliónir um árið og varð bara brúktur til farmaflutning, so talan var um eina dýra loysn.

- Brúk er fyri einum skipi, sum kann flyta bæði fólk og farm. Fígging er tó ikki til at fáa nakað skip afturat í ár, sigur landsstýrismaðurin við in.fo.

Fríggjamorgunin stóðu einir 50 bilar eftir á Krambatanga og sluppu ikki við Smyrli, millum annað tí so nógvur farmur eisini skuldi norður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334