Fámjins kommuna: Taka støðu til fólkaatkvøðu eftir páskir

Fámjins kommuna: Taka støðu til fólkaatkvøðu eftir páskir
Borgarstjórin tekur undir við at leggja kommunurnar í norðaru helvt í Suðuroynni saman í eina kommunu
Fámjin.
 
25.03.2024 - 10:22

Góð 35 fólk vóru á borgarafundi í Fámjin hóskvøldið, har arbeiðsbólkurin, sum hevur kannað fyrimunir og vansar við eini møguligari kommunusamanlegging í norðaru helvt í oynni, legði sínar niðurstøður fram.

Kommunuskattaprosentið fyllir nógv í kjakinum í Fámjin.

Næst á skránni er at taka støðu til, um ella nær fólkaatkvøða skal vera um kommunusamanlegging.

Jóanis  Lisberg, borgarstjóri, sigur, at bygdarráðið í Fámjin helst kemur saman í aðru viku, har støða verður tikin til tann spurningin.

Hann stúrir ikki fyri, at Fámjin fer at detta burturímillum og ikki fáa umboð í eini samanlagdari kommunu.
 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

25032024_Famjins_kommuna

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334