Skal vera gott at búgva í Klaksvík

Skal vera gott at búgva í Klaksvík
Klaksvíkar býráð hevur samtykt at seta 300.000 krónur av til arbeiðið at gera nýggja kommunuætlan
Karl Johansen er borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
 
25.03.2024 - 10:12

Klaksvíkar kommuna fer hetta komandi árið at seta út í kortið eina ætlan, sum skal gera, at kommununan í 2040 er ein áhugaverd og dámlig kommuna, tá ið tað kemur til at vaksa upp, seta búgv og eldast.

Hóskvøldið samtykti býráðið at seta 300.000 krónur av til arbeiðið, ið ætlandi skal vera liðugt um eitt ár ella so, á vári næsta ár.

Komandi kommunuætlanin er sprottin úr eini borgarakanning í fjør, har 786 borgarar svaraðu eini røð av spurningum.

Klaksvíkar býráð samtykti einmælt at fara undir kommunuætlanina, men undan tí er hetta viðgjørt í øllum nevndunum hjá kommununi.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at býráðslimir sum heild hava tikið øgiliga væl ímóti, at arbeiðast skal fram ímóti einum felags máli.

At gera hasa nýggju kommunuætlanina er eitt arbeiðið, kommunan fyrst og fremst fer at gera sjálv, men eisini verður brúk fyri uttanhýsis ráðgeving: 

Í fyrsta umfari eru 300.000 krónur settar av til arbeiðið, ið ætlandi verður ført víðari av nýggja býráðnum, ið tekur við eftir nýggjár.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

25032024_Karl_Johansen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221