Samgongan og Sambandsflokkurin samd um tøkugjøld

Samgongan og Sambandsflokkurin samd um tøkugjøld
Tíðindafundur verður seinnapartin, og síðani verður skrivað undir semjuna
Samgonguflokkarnir og Sambandsflokkurin eru samdir um nýggj tøkugjøld í alivinnuni. (Savnsmynd)
 
26.03.2024 - 10:01

Teir tríggir samgonguflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, og Sambandsflokkurin eru samdir um nýggja skipan um tøkugjøld í alivinnuni.

Tað boðar Uttanríkis-og vinnumálaráðið frá.

Klokkan 13 verður tíðindafundur í Tinganesi um málið.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og umboð fyri Sambandsflokkin og  samgonguflokkarnar leggja fram.

Síðani verður skrivað undir semjuna. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334