Heimablídni í Grønlandi

Heimablídni í Grønlandi
Eftir føroyskari fyrimynd ætla grønlendskir myndugleikar nú at royna Heimablídni í Eysturgrønlandi
Um kommunan fær undantak, kunnu borgarar í eitt nú Taasilaq skjótt bjóða ferðafólkum inn til ein betri grønlendskan bita og taka pengar afturfyri
 
28.03.2024 - 17:03

Í Føroyum hava vit í nøkur ár havt Heimablídni, har ferðafólk kunnu koma inn til vanligar føroyingar at eta og annars uppliva føroyskan mat og mentan frá fremstu røð.

Nú ætlar grønlendska Sermersooq kommuna at royna tað sama í Eysturgrønlandi, og tað skal gerast við Heimablídni sum fyrimynd.

Tað skrivar blaðið Sermitsiaq í dag.

Grønlendska matvørulógin forðar annars fyri, at tað ber til at hava Heimablídni í Grønlandi, men gjøgnum eina fyriskipan, sum eitur frikommuneforsøg, vónar kommunan at fáa undantøk, so ein skipan við Heimablídni kann roynast í eina tíð.

Millum hesi undantøkini er, at privatfólk kunnu selja matvørur í egnum privata heimi uttan fyrst at skula skráseta seg og fáa góðkenning frá myndugleikunum. 

Ætlanin er at royna Heimablídni í Grønlandi fram til ársenda í 2026, skrivar Sermitsiaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040