Norsku Jehova vitni fingu ikki viðhald

Norsku Jehova vitni fingu ikki viðhald
Í fjør mistu Jehova vitnií Noregi sína støðu sum trúarsamfelag. Herfyri varð tann avgerðin staðfest í tingrættinum í Oslo, men farið verður víðari við málinum
Tingrætturin í Oslo. Jehovas vitnir fingu ikki viðhald her, men fara víðari við málinum
Mynd: www.domstol.no  
 
29.03.2024 - 11:47

Jehovas vitnir í Noregi fara at skjóta avgerðina hjá tingrættinum í Oslo um, at trúarsamkoman ikki skal hava rætt til almennan stuðul, inn fyri hægri rætt.

Tað skrivar VG.

Avgerð varð í fjør tikin um, at Jehovas vitnir skuldu missa sína støðu sum skrásett trúarsamfelag. Harvið misti samkoman eisini rættin til at fáa almennan stuðul. Norska barna- og familjumálaráðið metti tá, at sonevnda eksklusjóns-praksisin hjá Jehovas vitnum inniber eitt negativt sosialt kontroll og forðar fyri fríari útmelding úr eini samkomu. 

Avgerðin hevði við sær, at Jehovas vitnir mistu almennan stuðul fyri árini 2021, 2022 og 2023.

Samkoman kærdi avgerðina hjá barna- og familjumálaráðnum til tingrættin í Oslo, men fyrr í hesum mánaðinum kom niðurstøðan úr tingrættinum, at Jehovas vitnir ikki fingu viðhald í kæruni.

Sagt varð millum annað í niðurstøðuni, at eksklusións-praksisin førir til "álvarslig brot á rættindi og frælsi hjá øðrum".

Umframt krav um, at avgerðin hjá barna- og familjumálaráðnum varð broytt, kravdu Jehovas vitnir eisini tilsamans 35 milliónir norskar krónur í útistandandi stuðli frá landinum. Tað kravið varð eisini afturvíst av tingrættinum í Oslo. Í staðin var samkoman dømd at rinda sakarmálskostnaðin uppá 1,1 millión norskar krónur.

Nú hava Jehovas vitnir so gjørt av at skjóta dómin hjá tingrættinum inn fyri hægri rætt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632