Vinnunevndin viðger burðardygga ferðavinnu

Vinnunevndin viðger burðardygga ferðavinnu
Nevndin hevur til 18. apríl at skriva álit í málinum, men hon kann biðja formansskapin um at leingja freistina
Erhard Joensen er formaður í vinnunevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.04.2024 - 09:10

Lógaruppskotið um burðardygga ferðavinnu, ella uppskotið um gongd í haga, sum tað eisini verður rópt, er á skránni hjá vinnunevnd løgtingsins seinnapartin í dag.

Men har eru eisini átta onnur mál.

Millum teirra er uppskotið hjá landsstýrinum um ymiskar broytingar í ferðslulógini.

Vinnunevndin hevur til 18. apríl at skriva álit um burðardygga ferðavinnu, men hon kann biðja formansskapin um longda freist.

Ongar innkallingar eru gjørdar í sambandi við burðardygga ferðavinnu.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167