Bogi Simonsen var í djúpari sorg, tá hundurin doyði

Bogi Simonsen var í djúpari sorg, tá hundurin doyði
- Eg ivist ikki í, at fólk, sum sjálvi hava havt kelidjór, duga betur at seta seg inn í sorgina
 
09.04.2024 - 12:51

Tá vit missa eitt kelidjór, kan sorgin vera ógvuliga stór. Í grundini so stór, at hon kann sammetast við, at ein familjulimur doyr.


1665876


Tað er niðurstøðan í granskingarverkætlan á Aalborg Universiteti.

- Djórini búgva saman við okkum, og vit eru saman við teimum alt samdøgrið, sigur Charlotte Glintborg, sum er knýtt at granskingini.

Men kortini uppliva fleiri, at hetta er ein sorg, sum tey ikki kunnu tosa um, tí fólk skilja hana ikki. 

Viðmerkingar sum: - Jamen hatta er bara ein hundur. Keyp tær ein nýggjan, eru ikki óvanligar, siga tey, sum varða av granskingarverkætlanini.

Bogi Simonsen átti hundin Zia. Hann var ein ógvuliga stórur og prúður Mastiff-hundur, ið vigaði heili 90 kilo.

Sjálvur var hann so ávirkaður av støðuni, tá Zia doyði, at hann als ikki fekk ein vanligan gerandisdag at rigga.

- Eg var næstan bara heima vikurnar eftir, ásannar hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952