- Hví liggja tær og filma seg sjálvar hjá gynækologi?

- Hví liggja tær og filma seg sjálvar hjá gynækologi?
Hetta er vert at spyrja teg sjálva, tá tú sært sjónbandabrot av ungum kvinnum, sum filma seg sjálvar, meðan tær fáa spiral settan upp
 
10.04.2024 - 12:58

Diana Reynstind er serlækni í kvinnusjúkum, og hon sigur tað vera týdningarmikið at seta seg inn í tað, sum hevur við kvinnuheilsu at gera, áðrenn tú trýrt øllum, tú sært á sosialum miðlum.

Tað, hon sipar til í hesum føri, eru sjónbandabrot á TikTok, har ungar kvinnur filma seg sjálvar, meðan tær fáa spiral, ella snyril, settan upp. Kvinnurnar hava, at síggja til, nógva pínu, og hetta hevur loypt hvøkk á nógv av teimum, sum hava sæð hesi brot.

- Um hesar kvinnur ikki hava fingið at vita, at tú fært ilt av tí, so er tað keðiligt, men eg haldi, at man skal hugsa um tað, sum liggur aftanfyri. Hví vilja tær síggjast, hví vilja tær filmast, tá tær liggja hjá gynækologi, sigur hon.

Spiralur er nógv brúktur sum fyribyrging og kann setast upp av kommunulækna ella á sjúkrahúsinum. Hann situr í nógv ár, so sjálvt um tað er pínufult eina løtu, so hevur hann sínar fyrimunir. 

Hoyr samrøðu við serfrøðingin her:

 

 
1666119

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391