IMF: Búskaparvøksturin verður 2,8 prosent um árið

IMF: Búskaparvøksturin verður 2,8 prosent um árið
Vøksturin í heiminum er minkaður eftir fíggjarkreppuna, sum rakti í 2008
IMF sigur, at 2,8 prosent eru munandi minni enn søguliga miðatalið.
 
11.04.2024 - 14:22

Altjóða gjaldoyragrunnurin, IMF, væntar, at búskaparligi vøksturin í heiminum fer at vera um 2,8 prosent um árið, til síðst í 2020-unum. 

Felagsskapurin kunngjørdi í gjár part av eini størri frágreiðing, sum skal leggjast fram í næstu viku. Framskrivingar fyri vøksturin eru í hesum partinum. 

Vøksturin í heiminum er minkaður eftir fíggjarkreppuna, sum rakti í 2008. 

2,8 prosent eru munandi minni enn søguliga miðatalið.

 

Vitlíki

Tað er eisini minni enn framskrivingin hjá IMF fyri einum ári síðani.

IMF sigur, at vøksturin verður størri, um miðað verður av eftir størri framleiðslu og nýggjari tøknifrøði, eitt nú vitlíki.

Samstundis vísir IMF á, at vandi er fyri, at vitlíki kemur í staðin fyri menniskju í ávísum vinnugreinum.

Gjaldoyragrunnurin sigur eisini, at styrkt kapping, fríhandil og smidleiki á arbeiðsmarknaðinum kunnu økja um vøksturin í heimins bruttotjóðarúrtøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
APO00177 - teknmálstulkað
205870
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Mikudag 18. mars
Trapputing í Klaksvík
205848
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826