Tjóðleikhúsið: Støðan hjá býráðnum tann sama, hóast havnarnevnd mælir frá

Tjóðleikhúsið: Støðan hjá býráðnum tann sama, hóast havnarnevnd mælir frá
Eitt samt býráð hevur samtykt, at tjóðleikhúsið skal vera á Eystaru bryggju. Tað er ein avgerð, sum ikki bara kann broytast uttan víðari
Eitt samt býráð hevur samtykt, at tjóðleikahúsið skal vera á Eystara bryggju.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.04.2024 - 18:31

Eitt samt býráð hevur samtykt, at tjóðleikahúsið skal vera á Eystaru bryggju. Og tað er ein avgerð, sum ikki bara kann broytast uttan víðari.

Tað staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

in.fo skrivaði fyrr í dag, at Havnarnevndin hjá Tórshavnar kommunu í morgun hevur samtykt ikki at gera leigusáttmála um tjóðleikahús á havnarøkinum. 

Ein avgerð, sum bleiv tikin eftir tilmæli frá havnarmeistaranum.

Við in.fo sigur Hanus Mikkelsen, havnarmeistari, at hann ikki metir, at pláss er fyri tjóðleikhúsinum á havnarøkinum, tí tað fer at gera arbeiðsumstøðurnar hjá Tórshavnar havn verri. 

Býráðsmeirilutin í býráðnum hevur eisini meirilutan í havnanevndini. Men tað merkir ikki, at Tórshavnar býráð hevur broytt støðu, sigur borgarstjórin

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 10 MANNAFØR
192646
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 5 MF KVINNUR
192643
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 6 MF MENN
192644