BEINLEIÐIS LUTAKAST: EM-lagnan hjá føroysku hondbóltskvinnunum avgerast

BEINLEIÐIS LUTAKAST: EM-lagnan hjá føroysku hondbóltskvinnunum avgerast
Í dag verður greitt, hvørjum føroysku hondbóltskvinnurnar skulu spæla ímóti í EM-endaspælinum í november og desember. KvF vísir lutakastið frá kl. 16:45
Seinnapartin verður greitt hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í EM
 
18.04.2024 - 12:58

Seinnapartin verður lutakastið til EM-endaspælið í hondbólti hjá kvinnum. 

Tá verður greitt, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í endaspælinum, sum verður í november og desember í ár.

Eisini verður avgjørt, um føroyingarnir skulu spæla bólkaspæl í Basel í Sveis, Innsbruck í Eysturríki ella í Debrecen í Ungarn.

>> HYGG AT LUTAKASTINUM HER

 

Føroyar í niðasta styrkisbólki

Talan er um fyrsta endaspælið hjá føroyska landsliðnum við kvinnum, og tær eru í fjórða og lægsta styrkisbólki til lutakastið seinnapartin.

Tað merkir, at Føroyar ikki koma í bólk saman við Kekkia, Ukraina, Turkaland, Portugal og Slovenia.

Ísland, sum Føroyar taptu tepurt fyri bæði heima og úti í undankappingini, eru í styrkisbólki 3, meðan Svøríki, sum fekk ein harðan dyst í Føroyum í apríl, er í ovasta styrkisbólki.

 

 

Landsliðsvenjarin, Claus Mogensen, segði við Portal.fo, at hann ynskir sær Ísland ella Norðurmakedónia úr 3. styrkisbólki, og annars eina av vertstjóðunum. Bakspælarin, Súna Krossteig Hansen, vildi eins og landsliðsvenjarin fegin sleppa at royna seg ímóti Íslandi eina ferð afturat. Tað segði hon við Portal.fo.

Kringvarpið sendir lutakastið beinleiðis í sjónvarpinum frá klokkan 16:45.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025