Landsstýriskvinnan: Løgtingsgrannskoðararnir fáa svar í hesi vikuni

Landsstýriskvinnan: Løgtingsgrannskoðararnir fáa svar í hesi vikuni
Ingilín D. Strøm heldur, at tingið hevur gruggað málið, tí ivamálini hjá løgtingsgrannskoðarunum og uppskotið um at geva Bústøðum størri lániheimild eru hvør sítt
Ingilín D. Strøm er landsstýriskvinna í bústaðarmálum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
07.05.2024 - 10:24

Løgtingsgrannskoðararnir fáa væntandi svar um ivamálini í Bústøðum seinni í vikuni. 

Tað sigur landsstýriskvinnan í bústaðarmálum, Ingilín D. Strøm.

Uppskotið hjá landsstýriskvinnuni er endað aftur í rættarnevndini.

Ingilín D. Strøm heldur, at tingið hevur gruggað málið, tí ivamálini hjá løgtingsgrannskoðarunum og uppskotið um at geva Bústøðum heimild at læna 350 milliónir kr. aftrat at byggja fyri eru hvør sítt. 

Landsstýriskvinnan ásannar, at síðstu árini hava verið fíggjarliga tung hjá Bústøðum, men hon hevur álit á, at stýrið fær stovnin aftur á beint.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

07052024_Ingilin_um_Bustadir

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334