Aðalráð ávara um "skattahugsan" í alivinnuni

Aðalráð ávara um "skattahugsan" í alivinnuni
Vinnumálráðið heldur, at skal gjaldið takast inn sum serskattur, er vandi fyri, at minni kemur í landskassan
Samgonguflokkarnir og Sambandsflokkurin eru samdir um nýggja skipan um tøkugjald í alivinnuni, og at vinnan skal rinda serskatt av avlopinum.
 
08.05.2024 - 08:20

Bæði fíggjarmálaráðið og vinnumálaráðið siga í sambandi við hoyringina um uppskotið um tøkugjøld hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í vinnumálum, at vandi er fyri "skattahugsan", um tøkugjaldið verður tikið inn sum ein skattur av yvirskotinum. 

Ætlanin er, at uppskotið um serskatt í alivinnuni skal leggjast fyri tingið í heyst. 

Vinnumálráðið heldur, at skal gjaldið takast inn sum serskattur, er vandi fyri, at minni kemur í landskassan.

Alivinnan vil helst hava eina skipan, sum burturav byggir á skatt av yvirskotinum, men tað vil politiska skipanin ikki.  

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

08052024_Alifelog_og_skattahugsan


Vinnunevndin viðger í løtuni uppskotið hjá Høgna Hoydal um tøkugjøld. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815