Tryggingin rindar fyri eldsbrunan á Børsinum

Tryggingin rindar fyri eldsbrunan á Børsinum
Virðið á 400 ára gamla Børsinum er mett at vera umleið 400 milliónir krónur
Børsurin í Keypmannahavn brann í grund 16. apríl.
Mynd: RitzauScanpix  
 
22.05.2024 - 08:40

Tryggingin rindar rokningina eftir ógvusliga eldsbrunan á Børsinum 16. apríl í ár.

Dansk Erhverv, sum eigur søguliga bygningin, stóð til at missa eina trísiffraða milliónaupphædd, eftir at ein stórur partur av Børsinum fór illa av eldsbrunanum.

Men nú er greitt, at eldurin ikki fær fíggjarligar avleiðingar fyri Dansk Erhverv, skrivar miðilin Finans. 

Virðið á 400 ára gamla Børsinum er mett at vera umleið 400 milliónir krónur. Virðismetingin verður ikki broytt, tí danska tryggingarfelagið IF Forsikring rindar kostnaðin at byggja Børsin upp aftur.

- Orsøkin er fyrst og fremst, at vit hava eina skynsama trygging, sigur Lars Daugard Jepsen, varastjóri í Dansk Erhverv, við Finans. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. mai
Anna FD 564 - teknmálstulkað
191741
Sunnudag 11. mai
Møti úr Stranda missiónshúsi
191725
Sunnudag 11. mai
Andakt
191720
Leygardag 10. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191687