Eystur- og Sandoyartunlar draga nettoskuldina skeiva vegin

Eystur- og Sandoyartunlar draga nettoskuldina skeiva vegin
Sambært Landsbankanum er nettoskuldin hjá landskassanum mett til at veksa upp í 3,2 mia. kr. í ár og næsta ár
Skuldin hjá Eystur- og Sandoyartunlum hevur við sær, at nettoskuldin hjá landskassanum var tríggjar milliardir kr. skeiva vegin. (Savnsmynd)
 
27.05.2024 - 08:52

Í fjør var nettoskuldin hjá landskassanum tríggjar milliardir tann skeiva vegin.

Tað ger skuldin hjá Eysturoyar- og Sandoyartunlinum.

Uttan hana er nettoognin hjá landskassanum 100.000 kr.

Sambært Landsbankanum er nettoskuldin mett til at veksa upp í 3,2 mia. kr. í ár og næsta ár. 

Nettoskuldini var sløk tvey prosent av BTÚ í 2007.

Hon er mett at vera 12 prosent í ár og 11 prosent næsta ár.

Frá 2008, tá fíggjarkreppan var, til 2015 økti landsstýrið skuldina 2,8 mia. kr. 

Fyri at minka nettoskuldina, krevst yvirskot í fíggjarlógini, sigur Landsbankin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804